Lógir BTSFs
Grein 1
Navn og heimstaður
Navn sambandsins er Borðtennissamband Føroya (BTSF).
BTSF er samgonga av øllum feløgum innan ÍSF, ið íðka borðtennis. BTSF hevur við starvsnevndarformanni tess sæti í stjórn ÍSF´s.
BTSF er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum innan borðtennisítróttina í Føroyum.
Grein 2
Endamál og uppgávur
Endamál sambandsins er at menna og skapa áhuga fyri borðtennisítróttini, og vera stuðul hjá feløgunum í samarbeiði teirra millum.
BTSF hevur m.a. til uppgávu at skipa fyri FM-kappingum, og at seta kappingarstjórar.
BTSF skipar eisini fyri útbúgving, landsdystum o.ø., sum kann halda leikarum til ítróttinina.
Sambandi syrgir sjálvt fyri, at lógir og reglur altíð eru tíðarhóskandi.
BTSF umboðar føroysku borðtennisítróttina mótvegis NBTU, ETTU og ITTF.
BTSF hevur limaskap í ITTF (International Table Tennis Federation) – ETTU (European Table Tennis Union) – og NBTU (Nordisk Bordtennis Union), og virkar innan tær til ein og hvørja tíð galdandi lógir og reglur hjá ITTF.
Grein 3
Limaskapur í BTSF
Umsókn um limaskap verður at senda til BTSF, ið ger av, um felagið kann gerast limur í BTSF.
Feløgini hava skyldu:
- at halda lógir og reglugerðir sambandsins
- so vítt gjørligt at vera BTSF til hjálpar tá hetta er neyðugt
- at senda skrivliga fráboðan til BTSF at fáa loyvi at luttaka í kappingum og venjingarlegum uttanlands
- at senda úrslit frá uttanlands kappingum til BTSF í seinasta lagi 14 dagar aftan á heimkomuna
- at senda fráboðan til BTSF um vitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti útlendskum feløgum.
- Útmeldan av felag skal vera skrivlig, og boðast frá til BTSF 3 mánaðir innan.
Grein 4
Stjórnin
BTSF verður stjórnað av:
Aðalfundinum
- Starvsnevndini
- Øðrum nevndum
Grein 5
Aðalfundurin
Hægsta vald í BTSF er aðalfundurin, ið skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, og verða lýstur á heimasíðu felagsins (www.btsf.fo) 14 dagar frammanundan, við hesi dagsskrá:
- Val av orðstýrara
- Nevndirnar greiða frá virki teirra í farna ári
- Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
- Innkomin mál
- Val av nevndum og eykalimum
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Stk. 1 – Aðalfundar umboðan
Tey, sum umboða felag á aðalfundinum, skulu hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánaða, og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Fulltrúarváttan frá felag skal framleggjast á aðalfundi
Stk. 2 - Atkvøðurætt
Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini og starvsnevndar-, kappingarnevndar- og dómsnevndarformenninir í BTSF (tó er onnur reglugerð galdandi fyri val av nevndum – sí grein 5, stk. 4).
Stendur á jøvnum tá atkvøtt verður, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi.
Starvsnevnd ÍSF´s og grannskoðarin hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.
Stk. 3 - Nevndarval
Nevndirnar eru mannaðar soleiðis, at í starvsnevndini sita 3 – 5 limir, meðan kappingar- og dómsnevnd telja 3 limir.
Nevndarvalini í øllum nevndum verða skipað soleiðis at formenn og nevndarlimir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið.
Til starvsnevndina verða formaðurin og ein nevndarlimur vald ólíka ár og hini líka ár. Aftrat verður valdur ein tiltakslimur fyri eitt eittára skeið.
Til kappingar- og dómsnevndina verða formaðurin og ein nevndarlimur vald líka ár og hini ólíka ár. Aftrat verða valdir ein tiltakslimur til hvørja nevnd fyri eitt eittára skeið.
Loyvi at atkvøða um “Val av nevndum” hava umboð fyri feløg ( sí grein 5, stk. 1 og 2); men um so er, at einasta umboð fyri eitthvørt felag er ein av nevndarlimunum, er honum loyvt at atkvøða sum umboð fyri felag. Men um annað umboð fyri felag er til staðar, er ikki loyvt nevndarlimi at atkvøða sum umboð fyri felag.
Starvs- og kappingarnevndirnar hava heimild at seta undirnevndir, um neyðugt við limum uttanfyri BTSF.
Stk. 4 – Innkomin mál
Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar framdar, uttan at tær standa á fundarskránni. Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundinum skal meira enn helmingur av teimum møttu, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi.
Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hesin skal verða lýstur við dagsskrá, og annars við reglum um vanligan aðalfund.
Grein 5
Fíggjarlig ábyrgd
Starvsnevndin hevur fíggjarligu ábyrgdina av landskassastuðli sambandsins, og annars øllum øðrum fíggjarligum viðurskiftum, og ger tískil av, hvussu hesin peningur best verður nýttur føroysku borðtennisítróttini at frama.
Grein 6
Fíggjarlig ábyrgd
Starvsnevndin hevur fíggjarligu ábyrgdina av landskassastuðli sambandsins, og annars øllum øðrum fíggjarligum viðurskiftum, og ger tískil av, hvussu hesin peningur best verður nýttur føroysku borðtennisítróttini at frama.
BTSF verður teknað av í minsta lagi tveimum nevndarlimum. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst bæði nevndar- og aðalfundarsamtykt.
Grein 7
Avtøka
Uppskot um avtøku av BTSF kann bert verða lagt fram á aðalfundi, og skal tá, um hetta skal vinna sømdir, samtykkjast við í minsta lagi ¾ av teimum, ið møtt eru, og skuldi í minsta lagi ¾ av limunum verða til staðar. Hendan avgerð skal verða samtykt á aðalfundi tvey ár á rað, áðrenn endalig avtøka er galdandi.
Møguligar ognir falla borðtennisítróttini í landinum til ognar ella á anna hátt verða nýttar ítróttini at gagni.