Nú er minni enn eitt hálvt ár til oyggjaleikirnir á Guersney byrja, har 3.000 ítróttafólk frá 24 ymiskum londum fara at kappast í 12 ymiskum ítróttagreinum. Heppið fyri okkum, so er borðtennis við nærum hvørjaferð – og tað verður tað aftur í ár.
Føroyar fara at luttaka við fýra mannligum og fýra kvinnuligum leikarum, og landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, fer at kunngera hópin tann 22. mars. Hetta er í vikuni eftir at landsliðið luttekur í Landsmesterskaberne í Vejen í Danmark.
Úttiknu leikararnir fáa beinleiðis boð frá landsliðsvenjaranum, og hópurin verður eisini kunngjørdur her á heimasíðuni. Umframt teir átta leikararnar, fær føroyskt borðtennis tveir venjarar og eitt hjálparfólk við.
Oyggjaleikirnir á Guernsey eru í døgunum 8. til 14. juli 2023, og borðtenniskappingin verður spæld í Guernsey Table Tennis Centre í Vale, sum er hin norðasta av teimum 10 sóknunum á oynni Guernsey.