utisetin-hallur.jpg

Útisetin Hallur Thorsteinsson vann A-bólkin í GP3

Ofta verður tikið til í almenna rúminum, at Føroyar útflyta ungdómar til t.d. Danmarkar, og eisini útflyta vit føroyskar borðtennisleikarar. Soleiðis eru tveir av okkara bestu borðtennisleikarum í lestrarørindum í Keypmannahavn, har teir eisini íðka sína ítrótt. Talan er um føroyameistaran Fróða F. Jensen og Hall Thorsteinsson.

Hallur vitjaði í Føroyum um vikuskiftið, og tók eisini lut í kappingini leygardagin, og vann hann kappingina. Hann vann allar sínar dystir, og hevur sjónliga ment seg sum leikara. Hann hevur serliga ment seg í servupartinum og spælinum beint eftir servu – og harumframt hevur hann ment bakhondina – sonevnda á borðtennismáli.