urslit-ur-tr.jpg

Úrslit úr Trongsivági, GP 2

Knapt 40 borðtennisleikarar møttust seinasta leygardag í Høllini í Trongisvági. Fyrrapart varð skipað fyri felags venjing og eftir ein góðan døgurða varð lagt til brots við næstu Grand Prix kappingini í ár.

Gleðiligt var at síggja talsterka manning frá Royn bæði við dreingjum og gentum. Umframt Royn luttóku eisini TBF og Tór í kappingini - hesi feløgini eru als ikki ókend í føroysku borðtennisverðini.

Millum tey allarbestu vant Peter Niclasen burtur úr hinum og vann sannførandi. Pætur Albinus, sum vann fyrstu kappingina í ár, gjørdist hesa ferð næstbestur. Tey siga úr Trongisvági, at nógvir sera spennandi og langir dystir vóru, sum kundu fara báðar vegir - hetta er bæði undirhaldandi og mennandi fyri leikararnar.

Heilir seks bólkar vóru hesa ferð og vóru teir, sum vanligt, býttir eftir styrki. Tey bestu flyta upp og tey, ið hava ein ringan dag, flyta niður. Soleiðis verður kappingin jøvn og mennandi og tá leikararnir flyta seg í styrki fara tey í tann bólkin tey hava uppiborið.

Úrslitini vóru hesi:

Bólkur A:

Nr. 1 Peter Niclasen, Tór - nr. 2 Pætur Albinus, Tór - nr. 3 Knútur Jóannesarson, Tór - nr. 4 Hanus Sørensen, Tór - nr. 5 Fríði Jensen, TBF - nr. 6 Sveinur M. Nolsøe, Tór.

Bólkur B:

Nr. 1 Anna Mikkjalsdóttir, TBF - nr. 2 Kai Roest, TBF - nr. 3 Durita F. Jensen, Tór - nr. 4 Høgni Heinason, Tór - nr. 5 Hjalgrím F. Højgaard, TBF - nr. 6 Tórur Eið Eliasen, Tór - nr. 7 Rúnar Kárason, TBF - nr. 8 Tór Magnus Kjær Kruse, Tór.

Bólkur C:

Nr. 1 Mikal Tummasarson, TBF - nr. 2 Olivur Thomsen, TBF - nr. 3 Anja Wongwai, TBF - nr. 4 Bára Guttesen, TBF - nr. 5 Naina Mortensen, TBF - nr. 6 Maria Elisabeth Poulsen, Royn.

Bólkur D:

Nr. 1 Rói Hjaltason, Tór - nr. 2 Ári F. Jensen, Tór - nr.3 Poul Johannes Nielsen, TBF - nr. 4 Noomi Eysturberg, Royn - nr. 5 Annóra Rebekka Hjelm Debes, Royn - nr. 6 Hanna Sofía Berg, TBF.

Bólkur E:

Nr. 1 Victoria Hjelm Debes, Royn - nr. 2 Nancy Einarson, TBF - nr. 3 Hartvig Thomsen, Royn - nr. 4 Hjartan Sørensen, TBF - nr. 5 Markus Christiansen, TBF

Bólkur F:

Nr. 1 Heini Ludvig Hermansen, TBF - nr. 2 Marta Maria Dávadóttir, TBF - nr. 3 Bogi Einarson, TBF - nr. 4 Josva Fossdal Højgaard, TBF - nr. 5 Ninna Holm, Royn.


Næsta kapping verður leygadagin 15. november í Skúlanum við Løgmannabreyt.