Fyrsta borðtenniskappingin í 2025 varð spæld í høllini á Hálsi í Havn í dag, har 47 leikarar úr Tór og TBF dystaðust í 4. Grand Prix-umfari.
Ein av søgunum í dag var, at Fróði Fríðason Jensen aftur var ovastur í A-bólkinum, hesaferð eftir sigur á svianum, Anton Snygg, sum annars ikki hevði tapt ein dyst í hesum kappingarárinum.
Veteranurin, Kai Roest, gjørdi reint borð í B-bólkinum, har hann vann allar sínar dystir við sannførandi samlaðum settúrsliti áljóðandi 15-1. Hann verður sostatt aftur at síggja í A-bólkinum næstuferð.
Næsta kapping verður í Trongisvági um góðar tvær vikur, nevniliga tann 26. januar, tá ið 5. Grand Prix-umfar og Masters-kapping verður í Trongisvági.
Niðanfyri síggjast úrslit frá dagsins kapping, og niðast er eisini ein myndarøð.
Úrslit - 4. Grand Prix-umfar
Bólkur A
- Fróði Fríðason Jensen (Tór)
- Anton Snygg (Tór)
- Ári Fríðason Jensen (Tór)
- Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
- Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
- Poul Knút Poulsen (TBF)
- Edvard Faa Nårstad (TBF)
- Jákup Margar Debess (Tór)
Bólkur B
- Kai Roest (TBF)
- Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
- Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
- Jóel Bringsberg (Tór)
- Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
- Suni á Lava (Tór)
Bólkur C
- Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
- Bogi Bringsberg (Tór)
- Faroe Chairoek (Tór)
- Høgni Dalsgaard (Tór)
- Viljar Dulavík (Tór)
- Filip Restorff (Tór)
- Benjamin Simonsen (TBF)
Bólkur D
- Rókur Løkjá (Tór)
- Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
- Gullbrandur Arge Rasmussen (Tór)
- Dávid Hansen (Tór)
- Levi Simonsen (TBF)
- Pumin Poulsen (TBF)
- Elias Otthamar Olsen (Tór)
Bólkur E
- Liam Steinkross (TBF)
- Allan Christiansson (TBF)
- Baldur Garðshamar (TBF)
- Dávid Simonsen (TBF)
- Erik Biskopstø (Tór)
- Kaja Thomsen (TBF)
Bólkur F
- Teitur Jespersen (Tór)
- Filip Thorsteinsson (TBF)
- Rúnar Gunnarsson (TBF)
- Christian Restorff (Tór)
- Mattias Nolsøe Dimon (TBF)
- Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
Bólkur G
- Dávur Dionsson (TBF)
- Adrian Gunnleifsson Hvíthamar (Tór)
- Rókur Kjærbo (TBF)
- Martin Carlsson (Tór)
- Heini Trygvason á Váli (Tór)
- Angelina Øster (TBF)
- Frej Thomsen (TBF)