DSC_8565.jpeg

Úrslit og myndir frá fyrstu kappingini hetta kappingarárið

Kappingarárið 2024/2025 fór av bakkastokki í dag, tá ið 1. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í Havn.

Hugaligt var at síggja, at undirtøkan bara var heilt góð til fyrstu kappingina. Tilsamans 34 leikarar úr Tór og TBF luttóku.

Nøkur avboð vóru, so tað røkist fyri, at luttakaratalið kann gerast enn hægri.

Næsta kapping verður 27. oktober. Hetta er 2. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini í Trongisvági.

Niðanfyri síggjast úrslitini frá dagsins kapping, og niðast er eisini eitt myndasavn.

Úrslit - 1. Grand Prix

Bólkur A

  1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
  2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
  3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  4. Ólavur Hammer (TBF)
  5. Jákup Debess (Tór)
  6. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

Bólkur B

  1. Edvard Nårstad (TBF)
  2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
  3. Hadassa S. Christiansen (Tór)
  4. Gudmund Djurhuus (TBF)
  5. Suni á Lava (Tór)
  6. Viljar Dulavík (Tór)
  7. Filip Restorff (Tór)
  8. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)

Bólkur C

  1. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
  2. Jóel Bringsberg (Tór)
  3. Bogi Bringsberg (Tór)
  4. Benjamin Simonsen (Tór)
  5. Levi Simonsen (TBF)
  6. Dávid Hansen (Tór)
  7. Kaja Thomsen (TBF)
  8. Rasmus Johannesen (Tór)

Bólkur D

  1. Bjarni Jørgensen (Tór)
  2. Elias Sigvardsen (Tór)
  3. Seth Fagranes (Tór)
  4. Bára Sørensen (TBF)
  5. Angelina Øster (TBF)
  6. Jens Jón Johannesen (TBF)

Bólkur E

  1. Erik Biskopstø (Tór)
  2. Elias Otthamar Olsen (Tór)
  3. Rókur Løkjá (Tór)
  4. Dávid Simonsen (TBF)
  5. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
  6. Frej Thomsen (TBF)