GP2-5.png

Úrslit og myndir frá 2. GP-umfari

Eftir at 2. Grand Prix-umfar, sum upprunaliga skuldi spælast í Havn 13. november, varð útsett vegna korona, so sluppu borðtennisleikararnir aftur at kappast í dag – hesaferð í Trongisvági, har 3. umfar upprunaliga skuldi spælast, men nú fekk navnið 2. umfar.

Fróði Fríðason Jensen tapti seinast bólkafinaluna ímóti Pæturi Albinus, men hesaferð vísti Fróði greitt betri spæl og vann A-bólkin sannførandi. Peter Hentze Niclasen, sum ikki var við í fyrstu kappingini, var møttur upp hesaferð og vísti Pæturi Albinus til triðja plássið.

Í B-bólkinum gjørdi Vagnur Nolsøe slætt borð og vann allar sínar dystir. Bólkafinaluna vann hann 3-2 á Ára F. Jensen. Teir báðir flyta upp í A-bólkin til næstu kapping.

Øll úrslitini frá dagsins kapping síggjast niðanfyri, og niðast sæst eisini ein myndarøð frá kappingini.

 

2. GP-umfar – úrslit:

 

Bólkur A

Nr.1 Fróði F. Jensen, TÓR

Nr.2 Peter H. Niclasen, TÓR

Nr.3 Pætur Albinus, TÓR

Nr.4 Britt Michelsen, TBF

Nr.5 Marin E. Poulsen, TBF

Nr.6 Lív Øster, TBF

 

Bólkur B

Nr.1 Vagnur Nolsøe, TBF

Nr.2 Ári F. Jensen, TÓR

Nr.3 Anja Wongwai, TBF

Nr.4 Fríði Jensen, TBF

Nr.5 Hans Jacob Petersen, TBF

 

Bólkur C

Nr.1 Hjalgrím F. Højgaard, TBF

Nr.2 Gunnar V. Niclasen, TÓR

Nr.3 Jósvá F. Højgaard, TBF

Nr.4 Ólavur Hammer, TBF

Nr.5 Poul Knút Poulsen, TBF

Nr.6 Rasmus T. Í Skorini, TÓR

 

Bólkur D

Nr.1 Reinar Garðshamar, TBF

Nr.2 Páll Sørensen, TBF

Nr.3 Elsa Katrina Gisladóttir, TÓR

Nr.4 Hadassa Christiansen, TÓR

Nr.5 Lias Arnason, TBF

Nr.6 Finnur Stórhamar, TBF

 

Bólkur E

Nr.1 Hávarður J. Danielsen, TÓR

Nr.2 Óli Guttesen, TBF

Nr.3 Óðin Norðberg, TBF

Nr.4 Jón Ragnarson, TBF

Nr.5 Heidi Høgnadóttir, TBF

Nr.6 Emil Guttesen, TBF