Leygardagin varð 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hóast ringa veðrið avmarkaði luttøkuna nakað, so var luttakaratalið nóg høgt til, at avrátt varð at halda kappingina – serliga eftir at hon hevur verið útsett tvær ferðir.
Leikarar, ið ikki fingu luttikið, kunnu eisini uggast við, at tað umfarið, har leikarin fekk fægst stig, verður drigið frá í samlaðu støðuni. Eisini hjá teimum, sum hava luttikið í øllum kappingum, soleiðis at allir leikarar hava ‘ráð’ til at missa eina kapping.
Hugaligt var aftur at hava leikarar savnaðar í høllini til eina kapping, har lagið var gott, og somuleiðis eisini spælið. Borðtennissamband Føroya fegnast um hetta, og vónar enn hægri luttkaratal til næstu kapping, sum verður í Havn 14. januar 2023.
Úrslit - 2. Grand Prix-umfar
Bólkur A
- Fróði Fríðason Jensen (Tór)
- Hallur Thorsteinsson (Tór)
- Pætur Albinus (Tór)
- Peter Hentze Niclasen (Tór)
- Ári Fríðason Jensen (Tór)
- Anja Wongwai (TBF)
- Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
- Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Bólkur B
- Heri Lava Láadal (Tór)
- Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF)
- Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
- Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
- Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
- Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
- Tummas Wilhelm (Tór)
Bólkur C
- Poul Knút Poulsen (TBF)
- Alexander Klevang Eikhólm (Tór)
- Hadassa S. Christiansen (Tór)
- Tóki Djurhuus Samuelsen (Tór)
- Hákun Djurhuus Samuelsen (Tór)
- Jónas Djurhuus Samuelsen (Tór)