FO-ISL-3.png

Íslendskur ungdómur á vitjan

Um vikuskiftið verður skipað fyri felags venjingarlegu ímillum føroyskan og íslendskan borðtennisungdóm í høllini á Argjahamri. Á skránni eru tríggjar venjingar og síðani ein kapping.

 

Føroyska og íslendska borðtennissambandið gingu í fjør saman um hetta samstarvið fyri at menna ungar leikarar, og fyrsta felags venjingarlegan í Reykjavík í fjør eydnaðist stak væl.

 

Tískil varð avgjørt at halda fram við hesum samstarvinum. Eftir ætlan skulu felags venjingarlegur vera hvørt heyst, og í ár eru tað altso Føroyar, sum eiga tørn og eru vertir.

 

Við á venjingarleguni eru í alt 26 ungdómsleikarar í aldrinum 11 til 17 ár. 14 av leikarunum eru føroyskir og 12 eru íslendskir.

 

Íslendski hópurin er komin til Føroya í dag, og fyrsta venjingin var á skránni í dag ímillum kl.16.00 og 18.00. Í morgin verður vant tvær ferðir, og sunnudagin er kapping á skránni.

 

Venjarar á venjingarleguni eru Pætur Albinus, svenski Jan Berner og íslendski Bjarni Bjarnason.

 

Jan Berner bjóðar leikarunum vælkomnum og greiðir frá dagsins venjing.

 

Upphiting í gongd.

 

Íslendski Eiríkur Logi Gunnarsson (í appilsingulum) slapp at venja við føroyameistaranum, Fróða F. Jensen, sum var gestur í dagsins venjing.