Fyrsta borðtenniskappingin í hesum kappingarárinum verður spæld nú sunnudagin 5. november, tá 1. Grand Prix-umfar verður spælt í høllini í Trongisvági.
Kappingin skuldi upprunaliga vera undanfarna sunnudag, men varð avlýst í evstu løtu vegna broyttu ferðaætlanini hjá Smyrli.
Men nú verður tað!
Kappingin sunnudagin byrjar sunnudagin kl.13:30. Hetta er fyrsta umfar í einari røð av seks umførum fram til í februar næsta ár.
Ikki er neyðugt við tilmelding langt frammanundan, men tað er tó neyðugt at skráseta seg við navni og føðiári við dómaraborðið tá ið komið verður í høllina.
Borðtennissamband Føroya vónar at síggja nógvar leikarar til kappingina, og ynskir øllum eitt gott kappingarár!