Komandi dagarnar fara tveir av føroysku landsliðsleikarunum, Ári Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg, at luttaka í North European Table Tennis Championships í lettiska høvuðsstaðnum, Riga.
Talan er um eina árliga afturvendandi kapping, sum norðurevropeiska borðtennissambandið, NETU, skipar fyri, og har Føroyar eru limir saman við Íslandi, Danmark, Grønlandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Letlandi og Litava.
Tað er stinn mótstøða, sum bíðar teimum ungu føroyingunum. 45 mansleikarar eru tilmeldaðir, og stinnasti leikarin, sum er við í kappingini, er finski Benedek Olah, sum liggur nummar 110 á heimsstyrkislistanum.
Hann er væl stinnari enn teir flestu, sum eru við, so møguleikar eru óivað til staðar hjá føroysku leikarunum, sum í øllum førum fáa tryggjað sær sera munagóða dystarvenjing.
Ári og Albert eru komnir til Riga í dag, hósdag.
Umframt Ára og Albert, so er eisini landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, við á ferðini. Í morgin, hósdagin, verður kappast í liðkapping, og fríggjadagin og leygardagin eru ein- og tvímansleikir á skránni.
Tilber at fylgja við úrslitunum í kappingini HER.