Hetta vikuskiftið er føroyska A-landsliðið í borðtennis savnað í Århus, har venjingarlega verður alt vikuskiftið í hølunum hjá Viby BTK. Hetta er fyrsta av fimm venjingarlegum hetta hálvárið, og vant verður fram ímóti Arctic Open í Íslandi í mai og oyggjaleikunum á Gibraltar í juli.
Tey, sum eru við á venjingarleguni í Århus, eru hesi:
Menn
Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MBK)
Fróði F. Jensen (Amager BTK)
Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)
Knútur Jóannesarson (Tór)
Pætur Albinus (Tór)
Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
Kvinnur
Anna Mikkjalsdóttir (Sisu/MBK)
Durita Fríðadóttir Jensen (Tór)
Henrietta Nørr (Viby BTK)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
Venjari: Simon Nykjær-Fisher
Hjálparvenjari: Peter Hentze Niclasen