u-lands-malta-1.jpg
F.v.: Anja Wongwai, Pætur Albinus, Tórur Eið Eliasen, Høgni Heinason, Rói Hjaltason, Britt Michelsen, Jan Berner, Marin Elisabet Poulsen og Ári F. Jensen. Heri Lava Láadal vantar á myndini.

Á hugnaligum maltesiskum gøtum

Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis er í hesum døgum á Malta, har tað luttekur í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament & Training Camp 2019.

 

Talan er um eina venjingarlegu og kapping, har átta lond luttaka. Umframt Føroyar og maltesisku vertirnar, so eru eisini Írland, Wales, Noreg, Kýpros, Kosovo og Libanon við.

 

Føroyski hópurin, ið telur átta leikarar, kom til Malta mánadagin, og síðani tá hava fýra venjingar verið á skránni - einamest ímóti leikarum av Malta, úr Írlandi og úr Kosovo. Talan var um sera góða mótstøðu, og hetta hava føroysku leikararnir notið gott av.

 

Tað er sera heitt á Malta, og í dag hevur hitin ligið um 30 stig. Í høllini er eisini sera heitt, men við nóg mikið av vesku gongur tað kortini væl.

 

Í kvøld hava føroyingarnir verið á ferð inni í vøkru gomlu gøtunum í høvuðsstaðnum, Valletta, har tey í hugnaliga kvøldarmyrkrunum tóku sær av løttum og løddu battaríini til í morgin, tá ið stóra slagið stendur.

 

Tá byrjar nevniliga kappingin. Fyrst er liðkapping á skránni, har tvey og tvey spæla saman. Hetta verður í morgin og fríggjadagin, og leygardagin og sunnudagin er so einmansleikur á skránni.

 

Vit frætta nærri her á heimasíðuni hvussu leikur ferst.

 

Liðini eru hesi:

 

Gentur

Anja Wongwai

Marin Elisabet Poulsen

 

Dreingir

Høgni Heinason

Rói Hjaltason

Tórur Eið Eliasen

 

Unglingar, kvinnur

Britt Michelsen

Yoana Wertebach (Noreg)

 

Unglingar, menn

Ári Fríðason Jensen

Heri Lava Láadal