vagnur-andras-hendan.jpg
F.v.: Vagnur Nolsøe, nevndarlimur, og Andras Nolsøe, formaður, her staddir í Budapest.

Á altjóða aðalfundi í Budapest

Borðtennissamband Føroya luttók í síðstu viku á árliga aðalfundinum hjá altjóða borðtennissamgonguni, ITTF, sum, eins og vanligt er, varð hildin saman við heimsmeistaraheitinum í einmansleiki - hesaferð í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest.

 

Tað var Andras Nolsøe, formaður í Borðtennissambandi Føroya, sum luttók vegna Føroyar, og eisini ein av nevndarlimunum, Vagnur Nolsøe, var við á ferðini.

 

Á aðalfundinum, sum varð leiddur av týska ITTF-forsetanum, Thomas Weikert, vórðu HM-vertsbýir fyri komandi árini kunngjørdir. Valið fall á Houston í USA Í 2021 og Chengdu í Kina í 2022.

 

Eitt evni, sum varð umrøtt, og sum hevur týdning fyri Føroyar, var hvussu fleiri lond verða tikin við í HM-kappingina. Í løtuni verður arbeitt við at skipa HM í fýra stig, har fyrsta stig gevur øllum teimum 207 limalondunum møguleikan at kvalifisera seg til endaligu HM-kappingina umvegis eina sokallað landspartakapping.

 

Tað var serliga eitt mál á aðalfundinum, sum fór avstað við yvirskriftunum kring borðtennisheimin. Tað var nevniliga tann søguliga avgerðin, at tað nú - eftir aðalfundin í Budapest - er viðtikið, at belegningarnir á battunum fyri fyrstu ferð í drúgvu borðtennissøguni ikki longur nýtast at vera reyðir og svartir. Nú eru allir litir loyvdir. Avgerðin hevur fingið blandaðar afturmeldingar, men sagt varð, at borðtennis nú bókstaviliga verður enn meira litríkt.

 

Næsta HM-kapping og aðalfundur verður í Busan í Suðurkorea síðst í mars næsta ár.