5-plass-tryggjad.jpg
Føroyska borðtennislandsliðið og venjarin

Vunnu móti Ålandi!

Eftir at hava havt frí fyrsta umfar vunnu vit seinnapartin 4-3 á Ålandi. Ålendska liðið hevur millum annað Johann Petterson, ið vann einstaklingakappingina hjá monnum á seinastu oyggjaleikum, á liðnum.

Liðkappingin er skipað soleiðis, at fýra einstaklingadystir eru hjá monnum, ein einstaklingadystur er hjá kvinnum, ein tvímansleikur hjá kvinnum og ein blandaður tvímansleikur. Íalt 7 dystir.

Ragnar Egilsson legði fyri ímóti Khashayar Shoaei. Tað gekk av skriðuni og Ragnar tapti 3-0 (13-15, 5-11, 9-11).

Hjá kvinnunum skuldi Henrietta royna seg ímóti Sara Makinen. Henrietta vann sannførandi 3-0 (11-3, 11-6, 11-1)

1-1   í dystinum og eingin visti hvønn veg tað bar.

Nú skuldi Fróði royna seg móti sjálvum Johann Petterson. Fróði legði hart út og vant burturúr hinum í fyrsta setti, 11-2 til Fróða! Ein skelkaður Petterson kom fyri seg og vann dystin 3-1 (11-2, 8-11, 2-11, 6-11).

Tvímansleikin hjá kvinnum vunnu vit, tí Åland bert hevði ein kvinnuligan luttakara.

2-2 og Ragnar skal royna seg ímóti Petterson. Petterson var klárur og hóast Ragnar flott vann annað sett, so endaði dysturin 3-1 til Petterson (5-11, 11-9, 12-14, 11-13).

3-2 til Åland og vit máttu vinna rest um vit ætlaðu okkum sigurin.

Henrietta og Ragnar spældu ein tvímansleik ímóti Sara Makinen og Johan Petterson, har vit høvdu tamarhaldið – og vunnu vit 3-1 (11-8, 11-13, 11-2, 11-4).

3-3 og ein dystur eftir. Fróði ímóti Khashayar Shoaei, sum hevði vunnið 3-0 ímóti Ragnari. Í einum tøttum og spennandi dysti gjørdist Fróði dagsins hetja við at vinna 3-0 (15-13, 16-14, 11-3) og soleiðis vunnu vit dystin 4-3.

Eitt flott avrik og ein góð byrjan!

Seinni dysturin í dag var ímóti Gotlandi, sum eru sera væl fyri á øllum plássum, eitt javnt gott lið.

Ragnar Egilsson spældi seg upp aftur og vann báðar einstaklingadystirnar - sera flott. Hallur Thorsteinsson og Rakul Mikkjalsdóttir fingu møguleikan, at vísa sínar dygdir, men tíverri taptu tey sínar dystir. Blandaðan tvímansleik vunnu Henrietta og Ragnar og møguleikin fyri at vinna hendan dystin lá dystinum í tvímansleiki hjá kvinnum - men tíverri gjørdust vit akkurát ov stutt og taptu 4-3 ímóti Gotlandi.

Gotland-Føroyar 4-3

Nisse Berglund - Ragnar Egilsson 2-3 (11-9, 9-11, 9-11, 12-10, 5-11)

Evelina Carlsson - Rakul Mikkjalsdóttir 3-0 (11-3, 11-6, 11-1)

Johan Mattson - Hallur Thorsteinsson 3-1 (9-11, 11-8, 11-7, 11-2)

Evelina Carlsson/Elin Schwartz - Henrietta Nielsen/Rakul Mikkjalsdóttir 3-2 (7-11, 11-8, 11-13, 11-6, 11-9)

Johan Mattson - Ragnar Egilsson 0-3 (11-13, 10-12, 8-11)

Annika Ahlgren/Johan Mattson - Henrietta Nielsen/Ragnar Egilsson 2-3 (8-11, 14-16, 13-11, 6-11)

Nisse Berglund - Hallur Thorsteinsson 3-1 (12-10, 10-12, 11-7, 11-4)