vit-budu-vael.jpg
Hugnaliga gistingarhúsið norðanvert á oynni Jersey

Vit búðu væl fyrstu tvær næturnar á Waters Edge Hotel

Fyri góðum ári síðani bíløgdu vit gisting á Samares Manor skamt frá borðtennishøllini. Frá leygardegi 27/6 til leygardag 4/7. Men síðani varð boðað frá, at vit longu hósdag flugu beinleiðis til Jersey. Sostatt máttu vit finna annan bústað fyrstu tvær næturnar. Úrslitið varð The Waters Edge Hotel í Bouley Bay á norðursíðuni á Jersey.

Hetta gjørdist eitt gott val - fantastiska vakurt og friðarligt. Har var ikki nógv annað enn eitt hotel. Sum klipt úr einum James Bond filmi við Sean Connery í 60'unum ella 70'unum. Ein smalur klingrutur vegur oman í eina fjarskotna vakra vík við stórari strond har smábátarnir lógu og bíðaðu eftir eigarunum útfyri. Í havsbrúnni sást stóra Frankarríki.

Ein góð byrjan fyri borðtennishópin.