vinardystur-island.jpg

Vinardystur ímóti Íslandi

Føroyska landsliðið í borðtennis, sum í hesum døgum sum kunnugt luttekur í HM í Rotterdam, skuldi mánadagin ikki leika serliga nógvar dystir í sjálvari HM-kappingini. Einasti dysturin á almennu leikskránni var ein tvímansleikur hjá kvinnunum. Tann dystin taptu Rakul Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen rímiliga greitt 0-3 ímóti tveimum kvinnum frá Laos.

 

Dreingirnir vandu í venjingarhøllini, har luttakararnir við HM frítt kunnu leika eftir tørvi og hugi. Í hesi høll høvdu føroyingarnir avtalað ein venjingardyst ímóti grannum okkara úr norðan, Íslandi. Guðmundur Stephensen, sum er nr. 194 í heiminum, spældi tó ikki við. Tað vóru teir báðir Dávið Jónsson og Kári Mímisson, sum umboðaðu Ísland, og leiktu dystir ímóti Fróða F. Jensen, Halli Thorsteinsson og Pæturi Albinus. Hetta gav seks dystir, og skuldi tað vísa seg, at Ísland vann dystin 4-2. Dystirnir hjá Føroyum vunnu Fróði og Pætur ávikavist 3-2 á Dáviði og 3-0 á Kára.

 

Hetta var ein vinarligur dystir við nógvum práti, og kunnu vit vera samd um, at hetta tiltakið bara styrkti sambandið millum lítlu borðtennistjóðirnar. Prát hevur verið um, at vit skulu leika fleiri venjingardystir ímóti íslendingum í framtíðini. Hetta er ikki óvanligt. Seinastu fáu árini hava føroyingar verið í Íslandi og spælt venjingardyst, somuleiðis sum teir hava verið í Føroyum og spælt ímóti okkum. Støðið er at kalla tað sama, um ein ikki telur Guðmund Stephensen við.

 

Í dag, týsdagin, hevur føroyska landsliðið avtalað venjingardyst ímóti Finnlandi og Wales. Vit frætta nærri um hvussu tað gekk seinni.

 

Føroyar 2-4 Ísland

Hallur Thorsteinsson – Kári Mímisson 1-3 (8-11, 13-11, 7-11, 4-11)

Pætur Albinus – Dávið Jónsson 0-3 (9-11, 9-11, 7-11)

Fróði F. Jensen – Dávið Jónsson 3-2 (11-9, 4-11, 8-11, 11-9, 11-4)

Pætur Albinus – Kári Mímisson 3-0 (13-11, 11-7, 11-7)

Fróði F. Jensen – Kári Mímisson 1-3 (11-8, 7-11, 10-12, 8-11)

Hallur Thorsteinsson – Dávið Jónsson 1-3 (11-13, 7-11, 11-1, 7-11)