Kappingarárið 2024/25 er um at fara av bakkastokki, og í komandi viku byrja venjingarnar aftur í feløgunum.
Hjá TBF á Tvøroyri byrja venjingarnar aftur 19. august, og hjá Tór í Havn byrja venjingarnar aftur 20. august.
Tað er altíð ókeypis at royna borðtennis í feløgunum í eina tíð, og batt fæst eisini til láns, um tørvur er á tí. Ynskir ein at keypa egið batt, sæst ein vegleiðing HER.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir venjingartíðirnar hjá teimum báðum felgøunum:
Borðtennisfelagið Tór
Týsdag og hósdag
Kl.16:30 - 17:30: Nýbyrjarar
Kl.17:30 - 19:30: Vaksin/vandir leikarar
Mikudagar
Kl.19.00 - 21:00: Opin venjing - øll eru vælkomin
Les meiri um venjingarstað og felagið HER.
-
Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF)
Mánadag og mikudag
16:30 - 18:00: 1. flokkur til og við 8. flokkur
18:00 - 20:00: Ung og vaksin, óvand og vand
19:00 - 20:00: Masters
Fríggjadag
16:00 - 17:30: Kina-venjing fyri áhugaði (persónlig venjing)
Les meiri um venjingarstað og felagið HER.