A-landsliðið í borðtennis er í hesum døgum savnað í Tórshavn, har venjingarlega er á skránni frá hósdegnum til sunnudagin. 10 leikarar luttaka.
Tveir danskir leikarar eru eisini við. Tey eru Sally Maribo úr Viby BTK og Albert Wolsberg úr HGI Hillerød. 15 ára gamli Albert er hálvur føroyingur, og hann er ímillum stinnastu leikarar í sínum aldri í Danmark. Hetta er fyrstuferð hann venur í Føroyum.
Sally Maribo.
Hetta er fyrsta venjingarlegan hjá landsliðnum í kappingarárinum, sum stendur fyri framman, og tað eru serliga fyrireikingarnar til EM-undankappingarnar síðst í hesum mánaðinum, sum dentur verður lagdur á.
Manslandsliðið skal kappast í Beograd í Serbia, meðan kvinnulandsliðið skal kappast í Pula í Kroatia. Hóparnir verða kunngjørdir í næstum.