2271_r_705_0.jpg
Mynd frá venjingarleguni hjjá ungdómslandsliðnum í januar

Ungdómurin savnast aftur

Tað verður ein løta til gongu eftir gomlum gøtum, tá ið battini um vikuskiftið aftur fara at verða svingað í Eysturskúlanum, sum vit annars veitraðu farvæl fyrst í hesum árinum, tá ið nýggja høllin á Hálsi stóð liðugt bygd og var klár at taka í nýtslu. Har trívast borðtennisleikarar væl, men hetta vikuskiftið verður høllin upptikin vegna steypafinalur í hondbólti – ja, eisini kjallarin – og tískil verður farið aftur í Eysturskúlan hetta eittans vikuskiftið. Vit gleða okkum, men vit gleða okkum eisini at sleppa aftur í høllina á Hálsi.

 

Á skránni er venjingarlega fyri ungdómslandsliðið. Hetta spennandi unga liðið, sum er partur av nýggju menningarætlanini hjá borðtennis í Føroyum, var fyrst í hesum mánaðinum og royndi seg í stórari kapping í Roskilde, Danmark. Úrslitini vóru misjøvn, men havandi í huga, at hetta var fyrsta ferðin, at leikararnir royndu seg uttanlanda, so er øll orsøk til at líta á, at økta venjingarmongdin undir greiðu ætlanunum skal vera við til at bera ungu leikarar okkara fram á leið til enn betri úrslit – bæði her heima og uttanfyri landoddarnar.

 

Venjingarlegan um vikuskiftið er ein av mongum. Onkur hevur verið, og aðrar enn fleiri liggja og bíða í framtíðini. Úttiknu leikararnir, sum eru ímillum 12 og 17 ára gamlir og koma úr høvuðsstaðnum og úr Suðuroy, eru í besta blóma, og hvør einasti sligni bóltur telur og er við til at menna leikaran. Tá er einki at taka seg aftur í, at ein venjingarlega við áleið 12 tímar venjing yvir tríggjar dagar og túsundtals slignum bóltum er ein framúr góð íløga fyri borðtennisspælaran.

 

Venjarar á venjingarleguni um vikuskiftið eru Jan Berner og Pætur Albinus.

 

Skrá

Fríggjadag:
18.00 – 20.00

Leygardag:
10.00 – 12.30
15.00 – 17.30

Sunnudag:
10.00 – 12.30
15.00 – 17.00 (dystir)

Úttiknir leikarar

Anja Wongwai (TBF)

Aron Frankieson (TÓR)

Ári Fríðason Jensen (TÓR)

Britt Michelsen (TBF)

Heri Lava Láadal (TÓR)

Høgni Heinason (TÓR)

Julian Frankieson (TÓR)

Maria Sonam Albinus (TBF)

Rói Hjaltason (TÓR)

Sólja H. Djurhuus (TÓR)

Tór Magnus Kjær Kruse (TÓR)

Tórur Eið Eliassen (TÓR)

Victoria Debes (TBF)