Seks føroyskir ungdómsleikarar eru í dag farnir til Íslands, har teir um vikuskiftið skulu luttaka í kappingini BH Open í Hafnarfirði.
Spældar verða tvær kappingar leygardag og tvær sunnudag, har tann seinna sunnudagin er kapping í tvímansleiki.
Føroyska ferðalagið kemur til Hafnarfirðar seinnapartin, og í dag verður eisini tíð til at venja í ítróttahúsinum í Strandgötu, har kappingin fer fram.
Føroyar og Ísland hava samstarvast og kappast sínamillum í mong ár, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í júst BH Open hjá felagnum í Hafnarfirði.
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin.
Føroyski hópurin
Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Jákup Margar Debess (Tór)
Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
Suni á Lava (Tór)
Venjari og ferðleiðari: Fróði Fríðason Jensen