12 ungir borðtennisleikarar eru í hesum døgum í Roskilde í Danmark.
Har taka teir lut í kapping saman við leikarum úr m.ø. Danmark og Svøríki.
Vit frætta frá teimum, at væl hevur gingist fyrra kappingardagin - leygardagin 4. febr. 2012.
Hanus Sørensen hevur vunnið Puslinge B kappingina - eftir at hann tapti fyrsta dystin - allarhelst vegna nervar. Síðani spældi hann sera væl, og vann kappingina - finaluna vann hann trygt 3-1.
Eisini Durita Jensen vann gull í síni fyrstu kapping - Yngre piger B.
Í kappingini Yngre drenge C spældu Hákun Agnarsson og Magnus H. Jacobsen seg víðari úr bólkaspælinum. Magnus gjørdi síðani bart og vann kappingina.
Í kappingini Yngre drenge B spældu Magnus og Hanus seg víðari úr bólkaspælinum. Magnus tapti síðani fjórðingsfinaluna, og Hanus tapti tepurt í hálvfinaluni.
Í Herre klasse 2 tóku Dávur Hansen, Knútur Jóannesarson, Sveinur Nolsøe og Eyðun Ellendersen lut. Eyðun spældi seg víðari úr bólkaspælinum, men tapti síðani í 1/8 finaluni.
Í Dame junior B tóku Anna Mikkjalsdóttir, Durita Jensen og Lív Øster lut. Allar spældu seg fram til fjórðingsfinalu. Og Anna og Durita heilt fram til hálvfinalu, har tær tíverri máttu lúta.
Men samaumtikið ein góður dagur í Danmark, og vit frætta aftur í morgin.
Við í ferðini eru: Anna Mikkjalsdóttir, Lív Øster, Durita Jensen, Eyðun Ellendersen, Dávur Hansen, Knútur Jóannesarson, Sveinur Nolsøe, Magnus H. Jacobsen, Hákun Agnarsson, Ingi Gásadal, Andrias Petersen og Hanus Sørensen.
Ferðaleiðarar eru Pætur Albinus og Hallur Thorsteinsson.