u-lands-island.jpg
Ungdómslandsliðið avmyndað á flogvøllinum í Vágum í morgun.

Ungdómslandsliðið til Íslands

Í dag setir føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis kósina til Íslands, har felags venjingarlega og kapping verður saman við íslendskum borðtennisungdómi.

Fyrsta venjingin verður í Reykjavík í kvøld, men restina av vikuskiftinum verður vant í Laugalandi ein góðan tíma eystanfyri Reykjavík.

Leygardagin eru tvær venjingar á skránni, og sunnumorgunin verður aftur ein venjing áðrenn ein vinarkapping byrjar kl.13:00 lokala tíð.

Felags venjingarlegurnar millum føroyskan og íslendskan borðtennis hava eftir hondini nøkur ár á baki, og tær hava verið á øðrum hvørjum ári í Føroyum og í Íslandi.

Vit ynskja føroyska ungdóminum góða ferð til Íslands, og vóna og vænta, at tey fáa nógv burturúr og fáa eina uppliving fyri lívið.


Føroyski hópurin
Brandur Bárðarson Johannesen
Elsa Kathrina Gisladóttir
Hadassa Schwartson Christiansen
Jákup Margar Debess
Ólavur Hammer
Poul Knút Poulsen
Rasmus Teitsson í Skorini
Suni á Lava

Liðleiðarar:
Anja Wongwai
Fróði Fríðason Jensen