tíðindaskriv-mynd.jpg

Ungdómslandsliðið til Malta

Sunnudagin seta nakrir av leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum kósina ímóti Malta, har teir skulu luttaka í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament.

 

Talan er um eina millumtjóða kapping, har luttakandi londini umframt Føroyar eru Malta, Noreg, Írland, Wales, Kosovo, Libanon og Kýpros. Hetta er fyrstuferð at føroysk luttøka er í kappingini.

 

Kappingin er skipað sum liðkapping við tveimum leikarum á hvørjum liði, og so verður eisini ein kapping í einmansleiki. Áðrenn kappingarnar byrja verður ein stór felags venjingarlega.

 

Liðkapping er á skránni hósdag og fríggjadag, og leygardag og sunnudag er einmansleikur á skránni.

 

Føroyska ferðalagið fer til Danmarkar sunnudagin og víðari til Malta mánadagin 9. september. Tey vera aftur í Føroyum eina viku seinni, mánadagin 16. september.

 

Leikarar

Anja Wongwai (TBF)

Britt Michelsen (TBF)

Ári Fríðason Jensen (Tór)

Heri Lava Láadal (Tór)

Høgni Heinason (Tór)

Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Rói Hjaltason (Tór)

Tórur Eið Eliasen (Tór)

 

Venjari

Pætur Albinus