Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis hevur seinastu dagarnar verið á venjingarlegu í høllini á Hálsi í Havn. Við vóru 10 leikarar, sum vandu tvær ferðir um dagin fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.
Ungdómslandsliðið, sum herfyri luttók í altjóða kapping á Malta, savnast regluliga fleiri ferðir um árið, og nógv spennandi er eisini fyri framman í heyst og vetur.
Á venjingarleguni um vikuskiftið varð serligur dentur lagdur á servuvenjing og at fáa ungu leikararnar sjálvar at hugsa borðtennis, eitt nú tilvit um at taka ábyrgd av egnari menning við tildømis sjálvvenjing.
Í hesum sambandi var hesaferð fitt av undirvísing knýtt at venjingarleguni, men hóast hetta fór við nakað av tíð, so herjaðu leikararnir á og náddu at venja seks venjingar hetta vikuskiftið.
Næstuferð ungdómslandsliðið savnast er á felags venjingarleguni við íslendskum ungdómsleikarum 25. - 27. oktober. Hendan venjingarlegan verður í høllini á Argjahamri.
Vikuna áðrenn, 20. oktober, er fyrsta kapping í hesum kappingarárinum. Talan er um 1. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í Trongisvági.