bt-hopur-ung.jpg
Ein partur av ungdómslandsliðnum, sum var í Riga, Lettlandi, fyrr í ár.

Ungdómshópur fer til Noregs

Í døgunum 30. mai til 2. juni fer føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis eitt longt vikuskifti til Oslo í Noregi at luttaka í Mega Cup, sum felagið B72, ið føroyskir leikarar áður hava umboðað, skipar fyri. Hetta er størsta kapping av sínum slag í Noregi.

 

Føroyski hópurin fer til Noregs longu mikudag. Hósdag og fríggjadag eru egnir fyriskipaðir liðdystir ímóti lokalum leikarum á skránni, og leygardag og sunnudag er sjálva Mega Cup so á skránni.

 

Øllum leikarum í brottuhópinum á ungdómslandsliðnum stóðu í boði at sleppa við til Noregs, og tá ið avtornaði høvdu flest allir leikararnir boðað frá luttøku. Einstøk avboð komu vegna aðrar kappingar og skúlapróvtøku.

 

Føroyski hópurin, sum sæst á listanum niðanfyri, fer úr Føroyum mikudagin 29. mai og verður aftur í Føroyum mánadagin 3. juni. Ferðaleiðarar vera Vagnur Nolsøe og Elisabeth Eið Eliasen.

 

Hópurin:

 

Anja Wongwai (TBF)

Ári Fríðason Jensen (Tór)

Bára Guttesen (TBF)

Beinta Dalfoss Joensen (TBF)

Britt Michelsen (TBF)

Hanna Fonsdal Højgaard (TBF)

Heri Lava Láadal (Tór)

Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Rói Seyer Hjaltason (Tór)

Tórur Eið Eliasen (Tór)

Victoria Debes (TBF)