isl-1.jpg

Ungdómar á venjingarlegu í Reykjavík

Føroyskur borðtennisungdómur er hetta vikuskifti og luttekur á venjingarlegu saman við íslendskum borðtennisungdómi í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík. Hetta er ein afturvendandi venjingarlega grannalondini ímillum við skiftandi vertskapi.

Vegna korona hevur venjingarlegan ikki verið síðstu tvey árini, men vinartjóðirnar báðar fegnast um aftur at kunna hittast – hesaferð í Ítróttahúsi Hagaskóla í Reykjavík.

Á venjingarleguni luttaka umleið 20 leikarar, har sjey teirra eru føroyingar. Á skránni eru fýra venjingar og ein innanhýsis kapping, umframt aðrar upplivingar á kvøldi. Høvuðsvenjari á leguni er íslendski Bjarni Bjarnason.

 

Føroysku leikararnir

Ári Fríðason Jensen (Tór)

Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

Hadassa S. Christiansen (Tór)

Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)

Poul Knút Poulsen (TBF)

Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

Ólavur Hammer (TBF)

 

Ferðaleiðarar

Elinborg C. Mortensen

Pætur Albinus

Teitur Albinus