tjele-hovudsmynd.png
F.v.: Rasmus Teitsson í Skorini, Marin Elisabet Poulsen, Poul Knút Poulsen, Anja Wongwai, Britt Michelsen, Ólavur Hammer og Hans Jacob Gaard Petersen.

Ungdómar á venjingarlegu í Danmark

Sjey føroyskir ungdómsleikarar eru í hesum døgum á venjingarlegu danska býnum í Tjele, stutt vestanfyri Randers.

Venjingarlegan eitur Andro Sommerlejr, og tá ið føroyskt ferðalag var við á fyrsta sinni í fjør, vóru skoðsmálini somikið góð, at avgerð varð tikin um at fara aftur hagar í ár.

130 leikarar eru við á Andro Sommerlejr í ár, og umframt nógva og góða venjing, verður eisini hvørt kvøld skipað fyri øðrum kappingum og tiltøkum, eitt nú fótbowling, fótgolf og stórborðtennis.

Venjingarlegan hevur verið frá leygardegnum og heldur áfram til hósdagin, men føroyingarnir koma tó heim ein dag fyrr – í morgin, mikudagin – vegna Føroyaleikirnar, sum byrja hósdagin.

 

Føroysku leikararnir, sum venja í Tjele, eru:

Anja Wongwai

Britt Michelsen

Hans Jacob Petersen

Marin Elisabet Poulsen

Ólavur Hammer

Poul Knút Poulsen

Rasmus Teitsson í Skorini

 

Niðanfyri er nakrar myndir frá venjingarleguni í Tjele.