ungdomur-dk-odense-21.jpg

Ungdómar til Odense at kappast

Í dag seta níggju føroyskir borðtennisspælarar kósina ímóti Danmark, har teir um vikuskiftið skulu luttaka í OB Bordtennis Open í Odense.

Hetta er ein kapping við hópin av leikarum úr øllum Danmark, og hon er serliga góð fyri okkara ungu leikarar, tí at heilt nógvir dystir verða spældir.

Í alt skulu føroyingarnir spæla fýra ymiskar kappingar býttar upp eftir aldri og støði. Tvær eru leygadagin og tvær sunnudagin.

Ferðaleiðarar eru Vagnur K. Nolsøe og Teitur Albinus, og í Danmark vera eisini Simon Nykjær-Fisher og Pætur Albinus við.

Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin.

Føroysku leikararnir, sum skulu kappast, eru:

Anja Wongwai

Ári Fríðason Jensen

Britt Michelsen

Hans Jacob Petersen

Gunnar Vang Niclasen

Marin Elisabet Poulsen

Ólavur Hammer

Poul Knút Poulsen

Rasmus Teitsson í Skorini