Skærmbillede 2019-06-26 kl. 23.11.59.png
Britt Michelsen.

Ung kvinna við til oyggjaleikirnar

Á oyggjaleikunum í Gibraltar fer føroyska landsliðið at hava eitt nýtt andlit við. Tað verður 16 ára gamla Britt Michelsen, sum kemur við á oyggjaleikirnar á fyrsta seinni.

 

Britt Michelsen, sum spælir við TBF á Tvøroyri, er úttikin fyri Elinborg C. Mortensen, sum av persónligum orsøkum tíverri hevur verið noydd at geva avboð til oyggjaleikirnar.

 

Britt fekk herfyri fótin inn um á A-landsliðnum, tá ið hon var við í Arctic Open í Reykjavík. Har gjørdi hon tað frálíka væl og spældi seg víðari úr bólkaspælinum.

 

A-landsliðið fer seks teir seinastu dagarnar undan fráferð til oyggjaleikirnar á venjingarlegu í Havn og á Tvøroyri. Venjingarlegan verður frá fríggjadegnum og fram til mikudagin.

 

Føroyska landsliðið til oyggjaleikir sær nú soleiðis út:

 

Menn
Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MBK)
Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK)
Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)
Pætur Albinus (Tór)

Kvinnur
Anna Mikkjalsdóttir (Sisu/MBK)
Britt Michelsen (TBF)
Rakul Mikkjalsdóttir (TBF)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

Venjari
Simon Nykjær-Fisher

Hjálparvenjari
Peter Hentze Niclasen