um-finalul.jpg
Peter og FM finalan hava silvurbrúdleyp.

Um finaluluttakararnar hjá kvinnum og monnum Kontrast FM 2014

15 ára gamla Durita F. Jensen úr Tór hevur á fyrsta sinni leikt seg í kvinnufinaluna. Durita er uppvaksin í TBF á Tvøroyri, men hevur seinastu árini búð í høvuðsstaðnum og umboðar nú Tór. Borðtennis er ikki fremmant í familjuni og bæði eldri bróðurin Fróði og pápin Fríði eru at síggja við finaluborðið leygardagin. Durita er ung og evnarík og roknast kann við, at hon verður at síggja við finaluborðini komandi árini.

Anna Mikkjalsdóttir er 16 ár og vann FM-heitið í 2012. Í fjør mátti hon lúta fyri Henriettu Nielsen og er hetta tískil triðja finalan á rað Anna luttekur í. Anna gongur í løtuni á eftirskúla í Tjele í Jútlandi og har hevur hon valt borðtennis, sum høvuðsgrein. Hon er uppvaksin í Trongisvági og hevur altíð umboðað TBF.

Fróði F. Jensen vann í 2012 eina spennandi finalu á Peter Niclasen, 4-3 í settum eftir eina sera spennandi finalu. Hetta er einasta finalan Fróði hevur luttikið í, men nú er hann aftur í finaluni og mótstøðumaðurin er hin sami, sum í 2012. Fróði er beiggi Duritu og spælir finalu í tvímansleiki hjá monnum saman við pápanum Fríða - so borðtennis er í blóðinum. Fróði fór seinasta summar uttanlands í lestrarørindum og spælir borðtennis við Københavns Bordtennisklub. Hann umboðar TBF til FM-kappingina í ár og er uppvaksin í TBF. Í nøkur ár hevur hann búleikast í høvuðsstaðnum og hevur eisini umboðað Borðtennisfelagið Tór.

Peter Niclasen - the grand old man og mr. borðtennis - fer eftir seytjanda FM-heitinum. Hann vann fyrsta FM-heitið í 1984 og hevur øll árini hildið seg á toppinum í føroyskum borðtennis. 25 ferðir hevur hann staðið við finaluborðið. Nokk er skrivað um Peter Niclasen - hann skal upplivast!