FM-mansunglingar-single.jpg
F.v.: Rói Hjaltason, Tórur Eið Eliasen, Heri Lava Láadal.

Tórur vann eisini FM hjá mansunglingum

Nakrir av seinastu dystunum í FM-kappingini fyri ung vórðu spældir í Havn í dag, har ungdómslandsliðið um vikuskiftið hevur verið savnað á venjingarlegu, og beint eftir venjingarleguna fekk avgreitt teir seinastu spennandi FM-dystirnar. Talan var um einmansleik hjá mansunglingum og tvímansleik hjá kvinnuunglingum.

 

Hjá mansunglingunum var tað Tórur Eið Eliasen úr Tór, sum staðfesti sín sera góða form við at fara allan vegin og vinna føroyameistaraheitið, júst sum hann gjørdi í dreingjadeildini. Hálvfinaluna vann hann 3-0 á Høgna Heinasyni, og finaluna vann hann 3-1 á Hera Lava Láadal. Bronsuna vann Rói Hjaltason við 3-0-sigri á Høgna Heinasyni í bronsudystinum.

 

Í tvímansleiki hjá kvinnuunglingum var tað blandaða Tór- og TBF-parið, Sólja Hilduberg Djurhuus og Marin Elisabet Poulsen, sum fóru avstað við føroyameistaraheitinum eftir 3-0-bólkasigrar á hinum báðum pørunum í kappingini, Britt Michelsen/Anja Wongwai (TBF) og Hanna Fonsdal Højgaard/Victoria Debes (TBF). Britt og Anja vunnu silvur.

 

Tvímansleikurin hjá mansunglingum og blandaði tvímansleikurin í ungdómsdeildini verða spæld fríggjadagin 26. apríl saman við innleiðandi FM-kappingini hjá teimum vaksnu.

 

Mansunglingar – einmansleikur

1. Tórur Eið Eliasen (Tór)

2. Heri Lava Láadal (Tór)

3. Rói Hjaltason (Tór)

 

Kvinnuunglingar – tvímansleikur

1. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór) / Marin Elisabet Poulsen (TBF)

2. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)

3. Hanna Fonsdal Højgaard (TBF) / Victoria Debes (TBF)