GP3-havn.jpg

Triðja umfar í Havn leygardagin

Triðja umfar í Grand Prix-kappingini verður spælt nú leygardagin 5. december í høllini á Hálsi í Havn. Hetta er kappingin, sum skuldi vera undanfarna vikuskifti, men bleiv útsett vegna veður.

 

Hetta verður síðsta kappingin í hesum kalendaraárinum, og eftir hesa kappingina er kappingarárið komið í helvt.

 

Kappingin leygardagin byrjar kl.12.00.