anna-rakul-bronsa.jpg
Føroysku bronsuvinnararnir, Anna og Rakul Mikkjalsdóttir.

Tað bleiv til bronsu í tvímansleiki

Føroyska parið í tvímansleiki hjá kvinnum, systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir, fingu í dag handað bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum í Gibraltar. Tær vóru í hálvfinaluni, har tær í dag taptu 3-0 ímóti gotlendsku Evalinu Carlsson og Elini Schwartz. Settúrslitini vóru 11-3, 14-12, 13-11.

 

Hetta er fyrstu oyggjaleikaheiðursmerki, ið tær báðar vinna saman. Rakul hevði frammanundan eitt oyggjaleikaheiðursmerki í skjáttuni. Hetta vann hon á Isle of Wight í 2011 í tvímansleiki saman við Henriettu Nørr.

 

Oyggjaleikirnir 2019 eru nú av. Í kvøld er endaveitsla, og seinni í kvøld setir føroyska ferðalagið kósina ímóti Malaga í Spania, haðani flogið verður heim til Føroyar í nátt.

 

Heiðursmerkjavinnarar í tvímansleiki hjá kvinnum.