Á aðalfundinum hjá Borðtennissambandi Føroya 4. juli heiðraði starvsnevnd borðtennissambandsins Rógva Thorsteinsson fyri drúgva og trúgva tænastu í nevndararbeiðnum í Borðtennissambandi Føroya seinastu 15 árini.
Rógvi kom í nevndina í 2004. Stutt eftir hetta varð hann valdur til kassameistara, og hendan leiklutin røkti hann í samfull 15 ár. Um tað mundið Rógvi tók við var virksemið ikki eins umfatandi sum tað er í dag, og Rógvi hevur tískil verið við í einum tíðarskifti í føroyskum borðtennis, har nevndarbeiðið, og ikki minst leikluturin sum kassameistari, í dag er munandi meira tíðarkrevjandi.
At tað er blivið til 15 ár í starvsnevndini í Borðtennissambandi Føroya vitnar um trúfesti, og við sínum eyðkenda nærlagni hevur Rógvi røkt leiklutin sum kassameistari bæði væl og virðiliga. At hann hevur verið fúsur at hjálpa til í so nógv ár, og at hann hevur havt áræði at verið við til at flyta føroyskt borðtennis fram á leið, hevur hann stóra tøkk uppiborna fyri.
Rógvi fekk á aðalfundinum handað gávu sum tøkk fyri tíðina, og vit í Borðtennissambandi Føroya ynskja honum alt tað besta í framtíðini.