andras-jenspauli.png
Andras Nolsøe, formaður (t.v.), handar Jens Paula Nolsøe (t.h.) blómutyssi.

Takkaðu Jens Paula fyri gott arbeiði

Jens Pauli Nolsøe hevur verið bæði drúgvur og trúgvur í nevndini í Borðtennissambandi Føroya, men á aðalfundinum í juni valdi hann – eftir 10 ár í nevndini – at takka fyri seg.

 

Borðtennissamband Føroya hevði eykaaðalfund leygardagin 15. desember, og her nýtti formaðurin, Andras Nolsøe, høvi at takka Jens Paula fyri sítt virki í nevndini og heiðraði hann við blómum og gávu.

 

Jens Pauli Nolsøe tók eisini orðið og takkaði fyri eina spennandi tíð í nevndararbeiði í Borðtennissambandi Føroya.

 

Á sama eykaaðalfundi gjørdist eisini greitt hvør tekur við eftir Jens Paula Nolsøe. Tað ger Elinborg Mortensen, sum nú hevur tikið sæti í starvsnevndini sum skrivari og næstforkvinna.

 

Nýggja starvsnevndin í Borðtennissambandi Føroya:

 

Andras Nolsøe, formaður

Elinborg Mortensen, skrivari og næstforkvinna

Rógvi Thorsteinsson, kassameistari

Hugin Kárason Mortensen, eykalimur