Rátt verður í hesum døgum til serligt varsemi, nú tveir tilburðir av Corona-virusi eru staðfestir í Føroyum. Ávís tiltøk, kappingar o.a. eru avlýst kring landið, men 6. Grand Prix-umfar í borðtennis verður tó spælt í morgin sum ætlað.
Vit eru varug við tilmælini hjá føroysku heilsumyndugleikunum, og tað hevur ikki verið mett sum neyðugt at avlýsa kappingina. Tó verður rátt til at taka hesi serligu atlitini tá ið kappast verður í morgin:
- Vit taka ikki í hondina á hvørjum øðrum eftir dyst
- Vit taka ikki í hondina á hvørjum øðrum tá ið heiðursmerki verða handað
Annars kann upplýsast, at vit hava handspritt, handsápu og vask til taks í og uttanfyri høllina.
Kappingin byrjar í morgin kl.11.00 í høllini á Hálsi í Havn.