GP-5og6.jpg

Síðstu GP-umførini verða sunnudagin

Sunnudagin 10. mars verða 5. og 6. Grand Prix-umfar í høllini á Hálsi í Havn. Hetta eru tey bæði seinastu Grand Prix-umførini í hesum kappingarárinum, og eftir seinnu kappingina verða heiðursmerki handað til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki.

 

Í fleiri av aldursbólkunum er sera tætt ímillum tey fremstu, so kappingarnar nú sunnudagin vera ógvuliga spennandi og samstundis avgerandi fyri hvør fer at vinna heiðursmerkini. Hetta er endabresturin á Grand Prix-kappingarárinum, og longu vikuskiftið eftir verður FM fyri ung í Trongisvági.

 

Fyrra kappingin, tvs. 5. Grand Prix-umfar, byrjar sunnudagin kl.11.00, og eftir ein lítlan steðg ímillum kappingarnar, væntast tann seinna, tvs. 6. Grand Prix-umfar, at byrja umleið kl.15.00. Heiðursmerkjahandanin væntast at fara fram út ímóti kl.18.00.

 

Samlaða støðan í Grand Prix sæst við at klikkja her