Leygardagin 27. februar verður 6. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hetta er samstundis síðsta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum.
Kappingin byrjar kl.12.00, og heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn. Eftir kappingina verður steypa- og heiðursmerkjahandan til samlaðu vinnararnar í øllum aldursbólkum.
Tilmeldingin til kappingina fer fram við dómaraborðið tá ið møtt verður í høllini.
Tað er stórur spenningur í fleiri aldursbólkum undan kappingini leygardagin. Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.
Eftir hesa kappingina eru bara FM-kappingarnar eftir. FM Fyri ung verður í Trongisvági 19. og 20. mars, og innleiðandi FM fyri vaksin verður 9. ella 16. apríl í Havn.