Á stóra Kontrast FM í dag, sum er felags finaludagur hjá borðtennis, badminton og judo, er blandaði tvímansleikurin nú liðugt spældur, og har vóru tað tvey systkin, ið struku avstað við FM-gullinum.
Tað vóru tey bæði Fróði og Durita F. Jensen, sum við 3-1-finalusigri á Tór-spælarunum, Pæturi Albinus og Sólju H. Djurhuus, nú kunnu kalla seg føroyameistarar.
Fróði og Durita eru uppvaksin í TBF, men hava seinni umboðað Tór í Havn og spæla tey bæði í løtuni við Amager BTK í Keypmannahavn, har tey eru undir lesnaði.