Sveinur Nolsøe og Knútur Jóannesarson hava spælt mangan dystin í borðtennis. Og aftur í dag møttust teir - hesaferð í finaluni í einmansleiki í smádreingjadeildini.
Sveinur vann finaluna 3-0 - settúrslitini vóru: 12-10, 11-6 og 11-8.
Nr. 3 var Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið annars spælir í smápiltadeildini. Hann hevur nú vunnið sær rætt at spæla í dreingjadeildini. Frálíkt avrik av Elias, ið vit væntandi koma at síggja og hoyra nógv til komandi árini.
Knútur Jóannesarson, nr. 2 í smádreingjadeildini
Spentur pápi.
Spentur pápi.