sue-av-jersey.jpg
Sue og maðurin.

Sue av Jersey var við til EM í Bern 1980

Ein av fáu fríløtunum stakk seg upp tann dagin liðkappingin endaði í Geoff Reed Table Tennis Centre. Eftir dystin kl. 0900 um morgunin høvdu vit møguleikan, at njóta seinnapartin. Um kvøldið valdu vit - Jóngerð, Dania og eg, at fara ein túr inn í miðbýin at njóta ein betri bita. At njóta eina góða løtu bara vit trý.

Vit funnu eina italienska matstovu - vit fóru fyrstu gestirnir hetta kvøldið. Vit sessaðust og stutt eftir vórðu tvey onnur borð eisini mannað. Millum annað borðið næst okkara. Eitt eldri par, sum eftir øllum at døma vóru dagligir gestir á hesi matstovuni - tey prátaðu regluliga við tænaran.

Maturin var góður og øll passaðu sítt og vit gjørdu klárt at fara. Tá fullu vit í prát við hetta fitta fryntliga eldra parið - tey vóru kanska umleið 70 ára gomul. Maðurin helt, at tað var fantastiskt, at fólk tímdu at ferðast heilt til Jersey úr fjarskotnum oyggjalondum, hann kendi væl til Føroyar og so legði hann aftrat, at tað snúði seg als ikki um at vinna, men at vera saman - eg veit ikki hví, men han gjørdist eitt sindur rørdur undir samrøðuni og legði eina ferð aftrat dent á hvussu fantastiskt tað var, at fólk kundu møtast á Jersey, tá tey búleikaðust á smáum oyggjum langt burturi.

Konan segði ikki so nógv, men so spurdi hon hvørja ítrótt vit umboðaðu. "Table Tennis", søgdu vit og so hugdu tey upp á hvønn annan við einum brosi og hann peikar á konuna. "Sue hevur spælt borðtennis fyri Jersey til EM 1980 í Bern í Schweiz". Og so prátaðu vit eina løtu aftrat - vit sluppu at taka eina mynd og vit fingu eisini eftirnavnið við. "Sue Monay" ella okkurt líknandi - tað var ikki "Money" fingu vit at vita.

Tá rokningin varð goldin reistust tey og tóku í honduna á okkum trimum og vit søgdu farvæl.

Soleiðis gekk hendan fríløtan frá borðtennis, sum vit so ikki fingu frí frá álíkavæl. Tá vit komu út aftur á Samares Manor greiddi Peter frá, at Føroyar luttóku eisini í EM í Bern 1980, sama ár, sum BTSF varð stovnað.