GP5-3.jpeg
Hans Jacob Petersen úr TBF er ein av heili fimm leikarum, sum berjast um bronsuna í piltadeildini.

Stórur spenningur í fleiri deildum

Samlaða Grand Prix-støðan eftir 5. Grand Prix-umfar í Havn um vikuskiftið er nú dagførd og til taks her á heimasíðuni.

Nú tað bara restar eitt umfar er tað greitt, at nakrar deildir eru avgjørdar, men hinvegin eisini at tað eru fleiri deildir, har tað valdar stórur spenningur og stór kapping um plássini.

6. og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 29. februar. Legg til merkis, at fyri at fáa heiðursmerki, skal ein leikari hava luttikið í minst fimm av teimum seks umførunum.

Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.

Stigabýtið fyri hvørt umfar sæst HER.