stori-finaludagurin.jpg (1)

Stóri finaludagurin verður leygardagin

Sjónvarpið byrjar beinleiðis sendin kl. 1400.

Byrja verður við judo, síðani borðtennis og síðani badminton.

Spælt verður um FM-heitið og heiðursmerki.

Fyrrapart verða finalurnar í tvímansleiki í borðtennis og badminton avgreiddar og, sum sagt, frá kl. 1400 verða finalurnar í tvímansleiki avgreiddar umframt judo.

Um kvøldið verður gallaveitsla. Ársins leikarar verða kosnir saman við onkrum stjørnuskoti og so fær onkur eitt væl uppiborið herðaklapp.

So verður punktum sett fyri heimligu kappingunum og vit gleða okkum til altjóða kappingar í Grønlandi og á Jersey.

Venjingarnar í feløgunum byrjar aftur tá skúlarnir byrja og so byrja regluligu vetrarkappingarnar aftur seinni í heyst.