stori-finaludagurin-nema.jpg

Stóri finaludagurin NEMA FM 2012, leygardagin 14.apríl

Leygardagin 14. apríl verður NEMA FM aftur karmur um finalurnar í badminton, borðtennis og judo, og aftur í ár er stórur spenningur um, hvør fer við sigrinum í teimum ymisku ítróttargreinunum. Fyriskipararnir eru serliga fegnir um hetta tiltakið og tann áhugan, ið verður vístur hesum ítróttargreinunum í sambandi við NEMA FM.

 

Ítróttarhøllin á Hálsi er karmur um tiltakið, og sum vanligt verður nógv gjørt burturúr við serligum gólvum til tær ymsu ítróttagreinarnar, upphitingartiltaki fyri børnum, lýsingum kring vøllin og stórum køkuborði, umframt tær allarbestu umstøðurnar í aðrar mátar.

 

Kringvarp Føroya sendur beinleiðis og tey hava fyrireikað senditíðina til finaludagin við fleiri upptøkutólum og frásøgufólkum frá judo, borðtennis og badminton.

 

Longu kl. 11. byrjar tað stóra upphitingartiltakið fyri børn og ung, sum verður í Badmintonhøllini í Havn. Har verður skipað fyri ymiskum spølum og undirhaldi. Tiltakið endar við at øll fylgjast niðan í høllina á Hálsi kl. 13.45 at hyggja eftir finalunum. Upphitingartiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

Um kvøldið, tá allar kappingarnar eru av, verður stór felags gallaveitsla.

 

 

Nærri kunning um skrá og klokkutíðir er at síggja á Facebook-síðuni

Stóri Finaludagurin 2012, www.bsf.fo og á www.btsf.fo.

 

 

Vegna

Badminton-, borðtennis- og  judosambondini