G1.jpeg
Sjey ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini var til sína fyrstu borðtenniskapping, og hann vann F-bólkin.

Spenningurin og luttakaratalið er vaksandi

Í dag varð 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn, og har vóru 41 leikarar í øllum aldri møttir at kappast ímóti hvørjum øðrum. Hetta luttakaratalið er tað hægsta í fleiri ár, og tað er bara enn ein staðfesting av, at borðtennis í Føroyum er á rættari kós bæði hvat viðvíkur undirtøku, men sanniliga eisini hvat støði viðvíkur.

 

Í A-bólkinum var aftur hesaferð talan um eina bólkafinalu ímillum liðfelagarnar, kappingarneytarnar ella kanska slagsbrøðurnar, nú vit tosa um at sláa bóltar, Pætur Albinus og Peter H. Niclasen. Í 1. umfari í Trongisvági var Pætur omaná eftir tepran 3-2-sigur, og tað var hann aftur hesaferð - hesaferð tó við 3-1-sigri. Triðja plássinum tók, eins og í 1. umfari, Sveinur Mortensen Nolsøe sær av. Hann andar tveir teir fremstu í nakkan, og man hann ikki megna at fara at spæla hinum eitt puss sum árið tað líður?

 

Tórur Eið Eliasen, sum hevur havt eina avbjóðandi byrjan upp á kappingarárið vegna skaða, nærri nágreiniliga ein brotnan vinstra arm, er við at koma upp í snúningar aftur, og hevur eftir sannførandi bólkasigurin í B-bólkinum í dag aftur tryggjað sær luttøku í fremsta bólkinum til komandi umfar. Hann flytur upp saman við TBF-talentinum, Marin Elisabet Poulsen, sum hátíðarhelt sín 13. føðingardag í dag við einari uppflyting í besta bólkin.

 

Í C-bólkinum vóru tað tvær kvinnur, sum vóru á toppinum. Maria Albinus, sum hevur fingið sína uppaling í Purkuni og TBF í Suðuroy, men sum nýliga er flutt til Havnar og nú spælir við Tór, bleiv nummar eitt, og nummar tvey bleiv hondbóltsstjørnan, Marianna Holm Jacobsen, sum eftir eina skaðafongda hondbóltsleið nú fyribils hevur kastað seg út í borðtennis - og jú, eisini har er handalagið gott, tí hon skal nú saman við Mariu og øðrum spæla heilt uppi í B-bólkinum.

 

D- og E-bólkin vunnu dugnaligu ungu vinmenninir, Silas Ramsussen og Bárður Enni Danielsen, sum harvið stútt og støðugt vinna seg upp í røðina. Spennandi verður at síggja hvussu leikur fer nú teir koma at royna seg ímóti alsamt stinnari mótstøðu.

 

Tað var hugaligt at síggja, at ein bólkur var mannaður við nýbyrjarum burturav. Øll sjey í F-bólkinum vóru nevniliga til sína allarfyrstu kapping. Hendan bólkin vann sjey ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini úr Tór. Øll børnini í bólkinum hugnaðu sær óført, og vit vóna at síggja tey aftur til kappingar í framtíðini.

 

Gamli hondbóltsprofilurin, Marianna Holm Jacobsen, spardi seg heldur ikki hesaferð og tryggjaði sær uppflyting aðru kappingina á rað.

 

Føðingardagsbarnið, Marin Elisabet Poulsen, tryggjaði sær á fyrsta sinni luttøku í A-bólkinum. Sera gott avrik av einari einans 13 ára gamlari.


Úrslit - 2. Grand Prix

 

Bólkur A

1. Pætur Albinus (Tór)

2. Peter H. Niclasen (Tór)

3. Sveinur M. Nolsøe (Tór)

4. Kai Roest (TBF)

5. Heri Lava Láadal (Tór)

6. Ári F. Jensen (Tór)

7. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)

8. Anja Wongwai (TBF)

 

Bólkur B

1. Tórur Eið Eliasen (Tór)

2. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

3. Britt Michelsen (TBF)

4. Beinta Dalfoss Joensen (TBF)

5. Hanna F. Højgaard (TBF)

6. Victoria Debes (TBF)

7. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

 

Bólkur C

1. Maria Albinus (Tór)

2. Marianna Holm Jacobsen (Tór)

3. Jósvá F. Højgaard (TBF)

4. John Bærendsen (TBF)

5. Reinar Garðshamar (TBF)

6. Tobias Garðshamar (TBF)

 

Bólkur D

1. Silas Rasmussen (Tór)

2. Jafet Rasmussen (Tór)

3. Jónas Nikolajson (Tór)

4. Kristian Niclasen (TBF)

5. Lias Arnason (TBF)

6. Markus Nygaard (TBF)

 

Bólkur E

1. Bárður Enni Danielsen (Tór)

2. Poul Knút Poulsen (TBF)

3. Hans Jacob Lisberg (TBF)

4. Hans Elias Arge (Tór)

5. Regin Dam (Tór)

6. Vár Højgaard (Tór)

7. Eyðun Høgenni (Tór)

 

Bólkur F

1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

2. Ingálvur Lamhauge (Tór)

3. Maria Hentze Niclasen (Tór)

4. Erika Hentze Niclasen (Tór)

5. Hjalti Rógvason (Tór)

6. Emma Elisa Poulsen (Tór)

7. Gunnvá Sólheim Tausen (Tór)