so-er-askur.jpg

So er ASKUR klárt til TBF

ASKUR eitur nýggja limaskipanin hjá ÍSF, sum alt fleiri feløg nú brúka. Hjá TBF er nú eisini klárt at gjalda limagjald umvegis skipanina

Nýggja skipanin hjá ÍSF hevur til endamáls at skráseta øll íðkandi í Føroyum, og tá spælarar í einum felag gjalda limagjaldið her, eru teir samstundis skrásettir sum íðkandi undir ÍSF – og sjálvandi eisini sum limir í tí einstaka felagnum.

Við nýggju skipanini verður ikki longur møguligt at gjalda limagjald við vanligari flyting umvegis bankan. Nógv umsiting hevur verið av tí, og nú øll gjøld fara um nýggju skipanina, lættir tað munandi um hjá felagnum umsitingarliga.

Vónandi lættir nýggja skipanin eisini um hjá foreldrum og spælarum, sum skjótt og lætt kunnu gjalda limagjøldini her. Felagið heitir á øll um at gjalda limagjald nú! Tá limagjaldið er goldið, er spælarin limur í tryggingarskipanini hjá ÍSF.

Á heimasíðuni hjá Borðtennissambandinum finna tit tykkara felag og tykkara limagjald um tit fara undir "Feløg" og síðani klikkja á tykkara felag. Skipanin spyr síðani um upplýsingar og goldið verður við gjaldskorti.

GEVIÐ GÆTUR: Eitt avgreiðslugjald á 5,00-10,00 kr. verður kravt saman við limagjaldinum. Umsitarar av skipanini fáa gjaldið. Mælt verður til at brúka VISA/Dankort. Gjaldið er hægri við øðrum kortum. Viðmælt verður at nýta Firefox ella Google Chrome.