tbf-mynd-skulavitjan.jpg
Skúlavitjan í høllini í Trongisvági í morgun.

Skúlavitjanir: Útvið 400 næmingar spældu borðtennis

Seinastu vikurnar hava útvið 400 føroyskir skúlanæmingar roynt borðtennis í ítróttatímunum í skúlum teirra. Hetta hevur verið í einum átaki, sum Borðtennissamband Føroya hevur skipað fyri í samstarvi við skúlan við Løgmannabreyt og Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla.

Tað hevur verið svenski instruktørurin, Jan Berner, sum saman við nýggja føroyska ungdómslandsliðvenjaranum, Halli Thorsteinsson, hevur staðið á odda fyri sjálvum venjingunum, har næmingar saman við lærarum teirra eru komnir í høllina at spæla borðtennis.


Næmingar úr skúlanum við Løgmannabreyt á vitjan í høllini á Hálsi í Havn.

Borðtennis er prógvað at vera sera gott fyri børn, eitt nú tí at tað krevst at hugsavna seg og at hugsa seg væl um. Á vitjanunum hava næmingarnir, sum hava verið úr 1. til 6. flokki, hoyrt um grundvenjingar og reglur – og so eru tey sjálvandi eisini bara sloppin at spæla og stuttleika sær.

Úr skúlanum við Løgmannabreyt vóru fyri trimum vikum síðani omanfyri 200 næmingar og royndu borðtennis, og í dag og í morgin eru tað omanfyri 100 næmingar úr Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla, sum sleppa at royna borðtennis í ítróttarhøllini í Trongisvági.


Næmingar, sum møguliga høvdu hug at koma til venjing, fingu hesar lepar heim við til húsa við viðkomandi kunning um feløgini.

Átakið er, umframt spøl og rørslu til ungu næmingarnar, eisini ein liður í ætlanini hjá Borðtennissambandi Føroya um at fáa fleiri leikarar at spæla í verandi feløgum og í møguliga nýggjum feløgum í framtíðini.

Ætlanin er skipa fyri fleiri skúlavitjanum í framtíðini, og eru tað skúlar, sum eru áhugaðir í hesum, eru teir vælkomnir at venda sær til Borðtennissamband Føroya.