Trvagi.jpg

Skráin fyri FM ung

Endabresturin í kappingarárinum hjá føroyskum borðtennisungdómi verður vikuskiftið 22. - 23. mars, tá ið FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági.

Fýra teir fremstu leikararnir í hvørjum aldursbólki flyta ein aldursbólk upp, og sleppa sostatt møguliga at spæla meira enn bara tann eina aldursbólkin.

Eisini verður spældur blandaður tvímansleikur sum síðsta kapping á skránni leygardag, og her dystast øll pør, óansæð aldur, í einari savnaðari ungdómsdeild.

Borðtennissamband Føroya vónar at síggja nógvar borðtennisungdómar til FM-kappingina vikuskiftið 22. - 23. mars.

Skrá - FM ung

Leygardag
Kl.10:00: U09 dreingir (f. 2015 og seinni)
Kl.10:00: U11 gentur (f. 2013 og 2014)
Kl.12:00: U13 gentur (f. 2011 og 2012)
Kl.12:30: U11 dreingir (f. 2013 og 2014)
Kl.14:00: U15 gentur (f. 2009 og 2010)
Kl.16:00: U17 gentur (f. 2007 og 2008)
Kl.18:00: Blandaður tvímansleikur (allir aldursbólkar dystast saman)

Sunnudag
Kl.10:00: U13 dreingir (f. 2011 og 2012)
Kl.12:30: U15 dreingir (f. 2009 og 2010)
Kl.14:39: U17 dreingir (f. 2007 og 2008)