Blandaði tvímansleikurin í Arctic Open er nú av, og tað var føroysk luttøka allan vegin í finaluna. Tað vóru nevniliga báðir føroyameistararnir í einmansleiki, Fróði Fríðason Jensen og Henrietta Nielsen, ið myndaðu stinna parið, sum spældi seg í finaluna. Í finaluni spældu tey bæði ímóti Aqqalu Nielsen og Rosa-Marie Petersen.
Fróði og Henrietta vóru omaná frá dystarbyrjan, og við góðum álopskendum spæli vóru tey omaná bæði 1-0 og 2-1 í settum, men grønlendska parið vísti góðan stríðshugburð og fekk – tíverri fyri okkum – kúgvent finaluni og vann hana 3-2 í settum. Nøkur avgerandi føroysk mistøk vóru, men stundum var spælið eisini sera gott.
Hini bæði pørini í blandaðum tvímansleiki vóru Hallur Thorsteinsson/Anna Mikkjalsdóttir og Kai Roest/Sólja H. Djurhuus. Kai og Sólja, sum bæði spæla sína fyrstu kapping fyri A-landsliðið, komu ikki víðari, meðan Hallur og Anna taptu í fjórðingsfinaluni. Tey vóru óheppin í lutakastinum og rendu seg inn í hitt føroyska parið, nýklaktu silvurvinnararnar Fróða og Henriettu.
Nú seint seinnapart leygardag grønlendska tíð (-3 tímar) er tvímansleikurin farin í gongd. Vit frætta nærri her á síðuni hvussu leikur fór. Tilber eisini at fylgja við á facebook-síðuni 'Borðtennissamband Føroya'.